Í døgunum frá sunnudegi 18. til sunnudag 25. november 2018 fara teir fimm – Svenning av Lofti, Jógvan Páll Sevdal, Páll á Lakjuni, Hjørleif Vang og Poul Jóhan Djurhuus – at hava møtir og bíbliutímar í Suðuroy.
Møtini verða hesi:
Sunnukvøldið18. nov. kl. 18í Bethel, Vági
Týskvøldið 20. nov. kl. 20 í Salem, Tvøroyri
Mikukvøldið 21. nov. kl. 20 í Vitninum, Hvalba
Hóskvøldið 22. nov. kl. 20 í Betania, Porkeri
Fríggjakvøldið23. nov. kl. 20í Bygdarhúsinum í Lopra
Leygarkvøldið 24. nov. kl. 20 í Bygdarhúsinum í Lopra
Sunnukvøldið 25. nov. kl. 20 í Bygdarhúsinum í Lopra
Eisini er ætlanin at hava fýra bíbliutímar
leygardagin 24. november kl. 14-18 í Bygarhúsinum í Lopra.
Heitið á møtunum og bíbliutímunum verður: Trúgv, sum ikki er bert eiti.
Bíbliutímarnir vera úr Seinna Timoteusbrævi.
Fyri at vita, hvussu nógv koma til bíbliutímarnar, hevði verið gott, um tey, ið hava hug at vera við til hesar bíbliutímar, siga frá – antin við at ringja ella senda teldupost til:
Hjørleif Vangtlf. 255390telduadr.: hg.vang@kallnet.fo ella
Páll á Lakjunitlf. 744404telduadr.: podl@olivant.fo
Á møtunum verða talur, vitnisburðir, solo- og felagssangur.
Teir fimm siga, at teir gleða seg til at vitja í Suðuroy – og bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til møtini og til ein læruríkan og lívgandi seinnapart um orð Guds.
Facebook viðmerkingar