Jólini í Vági

Jólini nærkast í hvørjum, syngja vit í jólasangi um jólini, og eins og undanfarin ár verður nógv gjørt burturúr jólamánaðinum í Vági – og skráin fyri jólini í Vági er eisini klár.

29. desember letur stóra og spennandi jólabygdin í Suðuroyar Sparikassa upp við tiltaki í Suðuroyar Sparikassa, har Sparikassin bjóðar gløgg, holukøkur og annað leskiligt. Og barnakórið hjá Frelsunarherinum og Ljómur luttaka við sangi. Til ber at vitja jólabygdina fram til 4. januar 2019.

Jólatræið í Vági verður tendrað sunnudagin 2. desember kl. 16.

Og í desember eru annars nógv spennandi tiltøk á skrá, alt frá jólaklipp, jólasøgur og jólasangur í Miðlatúni, til nissurenning, jólasang, jólasølu og jóla-kaffi og -mat á matstovunum í býnum.

Fjøltáttaða skráin er her:

Facebook viðmerkingar