Vágs Býráð samtykt fíggjarætlanin fyri 2019

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 26. nov. 2018 fíggjarætlanina fyri 2019.

Vágs kommuna hevur seinastu árini lækkað skattaprosentið við 1,30 prosentstigi, úr 23,25% niður í 21,95%, sum eisini verður kommunuskattaprosentið komandi ár. Barnafrádrátturin hækkaði 1. januar 2017 til 4.500 kr. og verður barnafrádrátturin eisini 4.500 kr. í 2019.

 

Høvuðstøl í fíggjarætlanini

Samlaðu inntøkurnar hjá Vágs kommunu eru í 2019 mettar at verða 62,9 mió. kr. Høvsuðinntøkurnar fevna um persónsskatt, partafelagsskatt og flyting frá Landinum í samband við eldraøkið, sum varð flutt til kommunurnar at umsita í 2015.

Inntøkurnar frá persónsskatti eru í 2019 mettar at verða 42,0 mió. kr. Partafelagsskatturin er mettur til 2,2 mió. kr. og inntøkurnar frá eldraøkinum 16,7 mió. kr.

Raksturin av tænastum, sum Vágs kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni er í 2019 mettur at kosta 56,4 mió. kr. Vágs kommuna fer í 2019 at gera íløgur fyri 3,4 mió. kr.

Í 2019 fer Vágs kommuna í 2019 at rinda 3,1 mió. kr. aftur í skuld, sum er nakað meiri enn í 2018. Renturnar eru í 2019 mettar til av verða 0,3 mió. kr.

Bókaða nettoskuldin hjá Vágs kommunu er d.d. umleið 28,5 mió. kr. Skuldin hjá Vágs kommunu veksur fyrst í komandi árið við yvirtøkuni av Páls Høll við umleið 14 mió. kr., soleiðis at nettoskuldin tá verður umleið 42 mió. kr. og verður nettoskuldin tá góðar 0,9 álíkningar.

 

Raðfestingar í 2019

Stórur partur av íløgunum í 2019 fara til tekniska økið, har m.a. spillvatnsskipanin og dagføringar av vegakervinum sum heild eru raðfest. Í 2019 verður eisini hildið áfram at betra um atkomumøguleikarnir til bústaðarøkir í kommununi, umframt at arbeiðið við ferðslutrygdarætlanini, sum er skipað í samstarvi við Landsverk og løgregluna, heldur áfram. Í 2019 verður farið undir at dýpa fjørðin, eitt arbeiðið sum ikki er gjørt síðani einaferð miðskeiðis í 1980unum.

Eins og undanfarin ár er mentunar- og ítróttarøkið eisini raðfest. Í 2019 verður Ungdómshús keypt, soleiðis at ungdómurin í Vági fær best gjørligu umstøður. Íløgur verða eisini gjørdar í Vágs skúla, í framhaldandi dagføringar og nýgerð av spæliplássum í býnum. Komandi ár verður eisini bøtt um umstøðurnar hjá Vágs Kappróðrarfelag, sum flytir í nýggj hølir á havnarlagnum í Vági, har dráttur nú verður gjørdur.

Í Heilsumiðstøðini verður seinasti parturin av dagføringini av ventilatiónini gjørd og eru karmarnir í Heilsumiðstøðini nú framúr góður við nýggjum hølum til kommunulæknar og aðrar heilsutænastur í Heilsumiðstøðini.

Í 2019 verður hildið áfram á grønu leiðini hjá Vágs kommunu. Komandi ár verða gjørdar útbyggingar á byngjuplássinum sum skulu føra við sær, at størri skiljing kann fara fram á byngjuplássinum, soleiðis at alsamt meiri kann fara til endurnýtslu. Hildið verður eisini áfram at skifta gomlu gøtuljósini út við nýggjar pelar við LED-ljósum, sum førir við sær minni streymnýtslu.

Ein partur av virkseminum hjá dugnaliga tekniska toyminum hjá Vágs kommunu fevnir um at fríðka um í býnum, og í 2019 verður hildið áfram við hesum arbeiðinum. Farið verður eisini undir at víðka kirkjugarðin komandi ár.

 

Spennandi útlit fyri komandi árini

Hóast avbjóðingar eru í Suðuroynni – eisini í Vágs kommunu – við m.ø. gongdini í fólkatalinum, so ganga vit einari spennandi framtíð á møti, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Við øktum virksemi á havnarlagnum í Vági, bæði innan kryvjivirksemi hjá Bakkafrost, sum flutti í nýtt virkið í heyst, og nýggjum virksemi á pelagiska økinum, er líkt til, at havnarlagið í Vági aftur fer at verða eitt stað, har nógv fólk fara til arbeiðis – og hetta gleðast vit sjálvsagt um, sigur borgarstjórin.

Alt bendir eisini á, at 2019 verður eitt ár, har fleiri størri byggiverkætlanir fara ígongd í Vági og í Suðuroynni. Ítróttaháskúlin í Suðuroy er komin væl áleiðis við ætlan um nýggjan skúlabygning, umframt at Bústaðir, í samstarvi við Ítróttaháskúlan, eru ávegis við nýggjum næmingabústaði til Ítróttaháskúlan. Bakkafrost hevur eisini boðað frá, at farið verður undir at byggja nýggja smoltstøð í Suðuroynni fyrst í komandi árið.

Útlitini fyri øktum virksemi í Vági og í Suðuroynni eru sostatt góð og er tað mín vón, at hetta fer at verða fólkinum í Vági og í Suðuroynni sum heild at frama, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

 

Facebook viðmerkingar