Jólatræið í Vági verður tendrað sunnudagin

Jólatræið í Vági verður tendrað sunnudagin 2. desember kl. 16:00. Tvøroyrar Hornorkestur spælir og Henrik Old sigur nøkur orð. Eisini luttekur Frelsunarherurin við sangi og tónleiki. 

Jólamenn koma við pakkum til børnini. Aftaná, eru øll hjartaliga vælkomin, í húsið hjá Frelsunarherinum, til kakao og bollar. 

 

Mynd: Torkil Strøm

 

Facebook viðmerkingar