Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum í Vági

Sum nakað nýtt her í Suðuroy, fer jólagrýtan hjá Frelsunarherinum at standa á ávísum støðum í oynni í desembur.

Gávur, ið givnar verða í jólagrýtuna, geva Frelsunarherinum møguleika at hjálpa Føroyingum peningaliga, ið tørva mat, klæðir o.a. til jóla.

Henda veiting verður givin serliga um jóltíðir, men tó eisini aðrar tíðir av árinum, um tørvur er á tí.

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul, ið givin verður til innsavningina á jólum.

 

Jólahjálpin hjá Frelsunarherinum í Vági:

Um tær tørvar peningarliga hjálp til jólar, kanst tú kontakta Frelsunarherin og biðja um jólahjálp.

Send mail á: vag@frelsesarmeen.no ella sms til 263816.


Freistin at biðja um jólahjálp 2018, er 11. desembur.

 

Facebook viðmerkingar