Bolt.fo: TB hevur gjørt fimm sáttmálar

TB er farið undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Høvuðsvenjarin er settur, skrivar bolt.fo

Henrik Thomsen er formaður í TB og hann sigur, at felagið hevur gjørt fleiri sáttmálar.

– Vit hava gjørt sáttmála við høvuðsvenjara. Málverjin Milos Budakovic hevur gjørt sáttmála og hann er týdningarmikil leikari hjá okkum. Og so eru tríggir aðrir sáttmálar gjørdir við lokalar leikarar. Vit royna at arbeiða ímóti at fáa hópin uppá pláss, men her suðuri er tað sera tungt, tí 1. november má ein byrja heilt á nýggjum hvørt ár. Tað er tí, at hvørki venjarar ella leikarar vilja binda seg til meir enn eitt ár í senn, sigur Henrik Thomsen við bolt.fo.

Zoran Pavlovic er nevndur sum ein komandi venjari, men Henrik vil ikki viðmerkja, hvør venjarin er men sigur, at hetta verður kunngjørt í nærmastu framtíð.

Facebook viðmerkingar