Í álitinum frá Fíggjarnevndini hevur meirilutin í Fíggjarnevndini mælt til, at størri játtan verður sett av til Hvalbiartunnilin, soleiðis at tunnilin kann verða liðugt boraður í 2020.
Í álitinum stendur: Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur, at Hvalbiartunnilin skal gerast sum skjótast og hevur tí flutt fram játtan upp á 19 mió kr frá 2020 til 2019. Eisini verður játtan til Hvalbiartunnilin framflutt frá 2021 til 2020, so at hesin tunnil kann verða boraður liðugur uppá stytst møguliga tíð.
At Hvalbiartunnilin verður framskundaður merkir, at farast kann undir tunlarair norður um Fjall fyrr enn áður ætlað.
Á samferðsluøkinum hevur meirilutin harumframt raðfest 3 mió til viðlíkahald av tunlum og brúgvum,umframt at 2 mió eru settar av til Selatraðarvegin, eins og tunnilstoymið fær 9 milliónir á fíggjarlógini fyri 2019 og miðað verður eftir at henda upphædd hækkar í 2020, so at tunnilin til Dals kann verða boraður so skjótt sum møguligt, og síðani til Fámjins.
Facebook viðmerkingar