Danny & Ingi gestasangarar á nýggjárunum í Vági

Nýggjársdansurin í Vági gerst størri og størri ár um ár og telist helst millum allarstørstu dansitiltøk í landinum. Í ár eru vit sera fegin um at bjóða Danny Baldursson (frá Danny and The Veetos) og Inga Poulsen vælkomnum sum gestasangarum til nýggjársdansin.

Frammanundan er greitt, at Eyðun, Kim & Terji við orkestri spæla til dansin í Vágs Høll, meðan Sunrise spæla til dansin í VB-húsinum.

Á nýggjárinum gongur leiðin sjálvandi til Vágs!

Nýggjárshaldið í Vági – eitt minni fyri lívið.

Facebook viðmerkingar