Seinastu 5 árini hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa drekkivatnsskipanina hjá Vágs kommuna í eina trygga legu, og nú er enn eitt stig tikið í hesum sambandi.
Fyri árum síðani var ikki óvanligt, at avbjóðingar vóru við góðskuni á drekkivatninum stóran part av summarhálvuni, hetta serliga tí at rávatnsgrundarlagið var ivasamt.
Fram til mars 2016 var rávatnsgrundarlagið lutvíst úr uppsamling í haganum vestanfyri Hvannadal og lutvíst av Ryskivatni. Rávatnið var til tíðir av ivasamari góðsku og partar av árinum var av og á luktur av vatninum og til tíðir vóru bakteriur eisini staðfestar og kókitilmælið tá send út.
Í mars 2016 var arbeiði at leggja nýggj rør niðan á Miðvatn liðugt og er Miðvatn nú rávatnsgrundarlag hjá Vágs kommunu. Miðvatn er eitt stórt vatn í 350 m. hædd og góðskan av vatninum er góð.
Av Miðvatni verður vatnið í rørum leitt oman til Vestara reinsiverk, sum er høvuðsreinsiverk til húsarhaldini í Vági, og til Eystara reinsiverk, hagani vatn fer oman til vinnulívið á havnarlagnum og til húsarhald úti á Nesi.
Við Vestara reinsiverk hevur higartil verið ein forbrunnur í gamla Gjógvarábrunninum, og hevur hesin forbrunnur til tíðir skapt avbjóðingar, tí vatn sannlíkt hevur likið inn frá gamla Gjógvarábrunninum í forbrunnin. Men sum liður í framhaldandi dagføringum av drekkivatnsskipanini er nú nýggjur forbrunnur settur upp við Vestara reinsiverk og tann avbjóðingin loyst. Brunnurin varð tikin í nýtslu um mánaðarskiftið november / desember.
Við hesum er øll skipanin til Vestara reinsiverk nú lokað í rørleiðing av Miðvatni, umvegis brunnar, oman til Vestara reinsiverk. Hetta skuldi eisini ført við sær, at minni vandi er fyri bakterium í drekkivatninum, samstundis sum at tryggja verður, at góðskan av vatninum er góð.
Dennis Holm, borgarstjóri, sigur, at við hesum er drekkivatnsskipanin til húsarhald í Vágs kommunu komin í eina enn tryggari legu og eru vit nú eisini komin á mál við at fáa eina lokaða skipan heilt er eitt av Miðvatni til brúkaran. -Og við hesum er eitt av málunum í samband við dagføringar av drekkivatnsskipanini í Vágs kommunu eisini nátt, sigur borgarstjórin.
Vit fara sjálvsagt framhaldandi at arbeiða við dagføringum av drekkivatnsskipanini í Vágs kommunu fyri at tryggja góða góðska á drekkivatni til borgaran og á vatni til vinnulívið, sigur borgarstjórin, sum leggur afturat, at av tí at rávatnsgrundarlagið er yvirflatuvatn, so er tað tó sannlíkt, at tað kunnu koma støður, har borgarar verða bidnir um at kóka drekkivatnið.
Facebook viðmerkingar