Nú er greitt, at Páls Høll í Vági verður karmur um venjingarlegu hjá heimsins besti kvinnuligi svimjari, Katinka Hosszu úr Ungarn í døgunum 8. til 11. apríl.
Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjsambandi Føroya skrivar:
Nú eru praktisku ætlanirnar komnar so mikið nógv ávegis, at vit byrja at kunna tora at lova tað: Hin 8. til 11. apríl 2019 fær føroysk svimjing vitjan av heimsins besta svimjara, og av venjara hennara sum á HM í Kina varð eisini kosin hin besti í heiminum.
Talan er sjálvsagt um ungarsku Katinku Hosszú, sum á OL 2016 í Rio de Janeiro vann gull í 100 rygg umframt í 200 og 400 blandað, og sum hartil millum annað vann gull í 400 blandað á HM í Rom í 2009, á HM í Barcelona í 2013, á HM í Kazan í 2015, og á HM í Budapest í 2017.
Katinka eigur heimsmetini í 200 og 400 blandað á langgeil og á stuttgeil, umframt heimsmetini í 100 og 200 rygg á stuttgeil. Hon eigur hartil í verandi løtu 9 av 17 ungarskum metum hjá kvinnum á langgeil, og 16 av 18 ungarskum metum hjá kvinnum á stuttgeil, sí listarnar her.
Tilsamans hevur hon vunnið 3 OL-gull og 1 silvur, 7 HM-gull, 1 silvur og 5 bronsur, umframt m.a. 17 gull á HM á stuttgeil, 14 á EM og 16 á EM á stuttgeil, ella 57 gull á hesum størstu svimjistevnum í heiminum.
Til dømis vann hon 4 gull og 1 silvur á heimsmeistarstevnuni í Hangzhou í desember, og hevur tilsamans vunnið eini 399 heiðursmerki á World Cup stevnum.
Hon er snøgt sagt ein livandi legenda innanfyri svimjing, og er tað tí eisini nærmast óveruligt fyri okkum í føroysku svimjingini, at hon og venjarin nú koma hendan vegin, at venja ímillum Bergen Swim Festival og Swim Open Stockholm2019.
Orsøkin er eitt sindur av tilvild og persónlig, at venjari hennara Árpád Petrov var við Sveis til NMU í Riga í fjør, og segði seg vilja vitja Føroyar. Undirritaði segði gaman í, um hann afturfyri vildi greiða føroyskum svimjarum frá hvussu (hart) ungarar venja, og nú eru vit so her.
Við fyrivarni fyri at fortreytirnar kunnu broytast, so er ætlanin at føroyski hópurin til Bergen Swim Festival 2019 ferðast heim og suður til Vágs saman við hesum ungarum hin 8. apríl, at venja fram til hin 11. apríl, tá ið ungarar og eisini nakrir føroyingar fara víðari til Stockholm.
Vit gleða okkum sjálvsagt sum børn, at hoyra um ungarska venjing frá heimsins besta venjara í 2018, og frá heimsins besta svimjara í 2018.
Skrivar Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya.
PS. Eg havi lovað teimum ein ávísan frið eisini, til at kunna venja og løða upp til komandi kappingar. Rokni ikki við at tað verður nakar trupulleiki, soleiðis sum føroyingar eru … men nú er tað nevnt ! ?
Facebook viðmerkingar