Áðrenn flytingarvindeygað lat aftur fekk TB eina undirskrift av einum útlendskum leikara uppá pláss.
Talan er um 24 ára gamla Luc Michael Jeggo úr Avstralia. Hann hevur síðstu árini spælt í næstbestu norsku deildini fyri felagið Florø, har hann m.a. spældi saman við Patrik Johannesen, sum nú spælir við KÍ, sum sum er uppvaksin í TB. Luc er sambært Transfermarkt skrásettur fyri 42 dystir og 4 mál í næstbestu norsku deildini árini 2017 og 2018. Luc er komin til Føroyar og hevur havt sína fyrstu venjing við TB.
Talan er um leikara, sum síðstu árini hevur spælt sum verjukendur miðvallaleikari.
Kelda: Bolt.fo
Facebook viðmerkingar