Á móttøku í dag lat Betri Stuðulsgrunnurin 35 hjartastartarar til allar vøllir og hallir kring landið. Umframt hetta verða hjartastartarar settir upp á øllum deildum hjá Betri.
– Vit kenna øll søgur um, at ein hjartastartari hevur verið munurin á lívi og deyða. Tí hevur tað stóran týdning, at hjartastartarar eru tøkir kring landið og serliga á plássum, har nógv fólk savnast, segði Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.
Í seinastuni eru hallir og vøllir, sum mangla hjartastartarar, eyðmerktar í samstarvi við kommunur. Endamálið er at gera hjartastartarar meira atkomuligar fyri føroyingar. Sannlíkindini fyri at yvirliva hjartasteðg økjast munandi, um tú beinanvegin fær lívbjargandi fyrstuhjálp.
Við nýuppsettu hjartastartarunum er Føroyar helst eitt av londunum í heiminum við bestu tilbúgving, tá tað snýr seg um bráðfeingishjálp við hjartastartarum.
Facebook viðmerkingar