Nú verður møguligt hjá hitapumpueigarum og elbilaeigarum at fáa bíligari streym til hitapumpuna og elbilin

Serligi elprísurin til hitapumpur og heimaløðistøðir til elbilar er 1,39 kr. pr. kWt íroknað mvg.

Endamálið við bíligari elprísum til hitapumpur og heimaløðing av elbilum er at skunda undir skiftið frá oljuriknum hitaskipanum til meira burðardyggar hitaskipanir, og skiftið frá olju- og bensinriknum bilum til elbilar.

SEV arbeiðir støðugt fyri at skunda undir orkuskiftið til burðardyggari loysnir fyri brúkaran. Bíligari elprísir til hitapumpur og heimaløðing av elbilum eru ein liður í hesum.
Samstundis er tað okkara ábyrgd at virka fyri skinsomum loysnum til vaksandi orkutørvin í samfelagnum.
Við at eggja fólki til at løða elbilarnar heima heldur enn alment, ber til at býta orkunýtsluna meira javnt út á samdøgrið, og gagnnýta verandi framleiðsluføri á fullgóðan hátt
“, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Treytir

Treytin fyri at fáa bíligari prís fyri streym til hitapumpu er fyrst og fremst, at sjálv hitapumpan er góðkend sambært Bygningskunngerðini 2017.

Fyri at fáa serligan elprís fyri løðing av elbili er neyðugt, at bilurin verður løddur umvegis eina heimaløðistøð, sum er góðkend av SEV, og sum samskiftir við yvirskipaðu skipanina hjá SEV.

SEV skal kunna stýra løðingini bæði í tíð og effekt, soleiðis at løtt verður, tá minni trýst er á elskipanini. Hetta kallast snildløðing.

Tað ber tó til hjá kundanum at velja skundløðing í staðin og á tann hátt at løða bilin uttan fyri tey tíðarskeið, ið SEV ásetur. Hetta fer at kosta 25 kr. eyka íroknað mvg.

Neyðugt við eyka elmálara

Fyri at tað skal bera til hjá SEV at avrokna elnýtsluna til hitapumpur og elbilar fyri seg, er neyðugt við serstøkum elmálara og sjálvstøðugari eltalvu, bert til hitapumpu og/ella elbil, og sum er plomberað.

Prísur

Prísurin pr. kWt er sum áður nevnt 1,39 v/mvg. fyri streym til hitapumpu og heimaløðing av elbilinum.

Hesin prísur er galdandi, um kundin letur SEV stýra løðingini av elbilinum – eisini kallað snildløðing. Velur kundin at løða beinanvegin, og harvið uttan um stýringina hjá SEV, t.e. skundløðing, skal rindast eitt eykagjald á 25 kr. v/mvg. hvørja ferð.

Fast gjald fyri elmálaran er 90 kr. um árið, ella 7,5 kr. um mánaðin v/mvg.

Skipanin við ymiskum elprísum fyri streym til hitapumpur og elbilar kemur í gildi 1. apríl 2019.

Facebook viðmerkingar