Ónsdagin 27. mars eru tað 7. flokkarnir, sum fara til Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági. Tilsamans 300 næmingar úr 15 skúlum kring alt landið fara til Skúlafótbólt ónsdagin.
Skúlafótbóltur er ein nýggj spennandi fótbóltskapping, sum sá dagsins ljós í Vági í heyst. BankNordik er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti, sum er ein fótbóltskapping fyri næmingar í fólka- og miðnámsskúlum kring landið.
Kappingin hjá 7. flokkunum er eitt tað størsta umfarið, sum hevur verið higartil, tá 300 næmingar fara at spæla fótbólt, bólkaði í dreingir, gentur og blandaði lið.
Umframt at spæla fótbólt, so fáa næmingarnir eisini høvið at royna minna klatriveggin í Marghøllini og svimja í Páls Høll.
Liðini kappast um at sleppa í finaluna á stóra finaludegnum, sum verður tórsdagin 2. mai.
Facebook viðmerkingar