Vælverukvøld í Páls Høll

Leygarkvøldið 30. mars kl. 19:00 verður skipað fyri vælverukvøldi í Páls Høll.

Á vælverukvøldinum kanst tú njóta kvøldið og slappa av við maka ella vinfólki. Eta góðan mat, lurta eftir góðum tónleiki, og síðan ein túr í sauna, dampbað, hitapott, ella ” njóta ein góðan drink” í tí lítla heita hylinum.
Eisini ber til at bíleggja sær massagu í forsøluni fyri kr. 200,- eyka.

Borðreitt verður við 3-rættaðari menu.:?

Forrættur: Skinka, melón við heimagjørdum dressingi.
Høvuðsrættur: Enskur búffur av Bakkanum, við salat, eplabátum og piparsós.
Omaná: Kaffi og gott afturvið.
Afturvið matinum verður eitt glas av vín ella ein øl.

Livandi tónleikur við Rúna í Lágabø

Kostnaður einans kr. 350,-

18 ára aldursmark

Bilettir kunnu keypast í forsølu í Páls Høll, áðrenn 28. mars 2019.

Facebook viðmerkingar