Søkt verður eftir fólki at starvast í Páls Høll sum lívbjargarar, reingerðar-/avgreiðslufólk.
Søkt verður eftir einum lívbjargara umframt 2 avloysara lívbjargarum til vikuskiftisvaktir og einum reingerðar-/avgreiðslufólkið.
Starvsuppgávurnar eri m.a.
- Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari
- Hava ábyrgdina av dagligu reingerðini í Páls Høll
- Avgreiða kundar og ymiska sølu
- Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði í Páls Høll
Sum starvsfólk í Páls Høll verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.
Arbeiðstíðirnar eri skiftandi dagliga og í vikuskiftinum.
Førleikar tínir
Tú skal duga væl at svimja, kunna standa lívbjargara-royndina, hava telduførleikar og duga at gera reint.
Fyrimunur er, um tú hevur lívbjargara skeið, royndir innan reingerð og/ella royndir innan arbeiði í svimjihøll.
Tú skalt eisini
- vera fyrikomandi
- duga væl at samstarva
- vísa arbeiðssemi og nærlagni
- hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
- kunna arbeiða sjálvstøðugt
Løn og setanartreytir
Størvini eri tímalønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.
Umsókn
Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi 8. apríl 2019 klokkan 12.
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð tlf 781000 ella Petry Joensen 733008.
Facebook viðmerkingar