Framúr góð tænasta frá SSL

Skúlafótbóltur: Aftur í dag var stóra fótbóltskappingin Skúlafótbóltur á skrá í Vági. Hesa ferð fyri 7. flokkar og ikki færri enn 350 skúlanæmingar komu suður við Smyrli í morgun.

Hetta kravdi sjálvsagt sítt, tí umframt at koma suður við Smyrli, so skuldu øll 350 flytast av Krambatanga til Marghøllina í Vági – og frá Marghøllini til Krambatanga kl. 18 í kvøld.

Í samstarvi við bygdaleiðir í Suðuroynni, sum Í/F Ludvig og Ludvig bussar røkja, veitti SSL (Strandferðslan) aftur í dag framúr góða tænastu. Ein stór konvoy við 8 bussum fór av Krambatanga til Vágs um 11 tíðina í morgun – og norðuraftur um 18 tíðina í kvøld.

Uttan framúr góða tænastu frá SSL, so hevði tað ikki borið til at skipað fyri so stórum tiltakið sum Skúlafótbóltur í Suðuroynni – so stórt rós til SSL og Ludvig og Poulsen bussar fyri framúr góða tænastu í dag, skrivar Skúlafótbóltur á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo

Facebook viðmerkingar