Tvær fegnar kvinnur í Løgtinginum í dag, Hanna Jensen, landsstýriskvinna í Mentamálum, og Óluva Klettskarð, forkvinna í Mentunarnevnd Løgtingsins, nú Løgtingið hevur samtykt útbúgvingina til Námsfrøðihjálpara.
Uppskotið um at seta á stovna námsfrøðihjálpara útbúgving varð endaliga samtykt og avgreitt í Løgtinginum í dag. Hetta merkir, at útbúgving til námsfrøðihjálpara byrjar á Skúladeplinum í Suðuroy í heyst.
Óluva Klettskarð, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Løgtinginum, fegnast um, at nýggja útbúgvingin sum Námsfrøðihjálpari nú er samtykt og at tað við hesum eisini er gjørt eitt týðandi átak fyri at styrkja námsfrøðiliga økið í Føroyum.
Alt er klárt og fyriskipað soleiðis at útbúgvingin skal byrja í heyst, sigur Óluva Klettskarð, og leggur afturat, at tað nú verður upp til Heilsuskúla Føroya (sum kemur at standa fyri útbúgvingini) á Skúladeplinum í Suðuroy at seta í gongd útbúgvingina.
Facebook viðmerkingar