Væleydnaður Berlin-túrur hjá Hvistuni

Seinasta vikuskifti vóru 20 Hvistur á ferð í Berlin, har Generali halbmarathon var hildið. Veðrið var av tí besta og umstøðurnar til at renna, ikki minni góðar. 

Síðani seinasta heyst, so hava Hvistur fyrireika seg til at renna í Berlin í apríl í ár. 
Ferðin byrjaði tíðiliga fríggjamorgunin, áðrenn leiðin so gekk umvegis Keypmannahavn og so til Berlin, har ferðaliðið var komið upp á pláss um miðnáttina. 

Leygardagurin var nýttur til at hyggja seg um í Berlin, heinta bringutøl, og annars fyrireika seg til renningina, ið var á skránni sunnumorgunin. 

Gist var á gistingarhúsið, ið lá heilt tætt við Brandenburger Tor, og har bæði startur og mál vóru beint við, nevniliga á Gøtuni 17. juni (ið hevur heilt serligan týdning í søguni um kaldakríggi, Berlin og jarntjaldið). 

Sunnumorgunin var farið upp tíðliga og so oman á økið, har alt Generali Halbmarathon var hildi, og her vóru sera sera nógv fólk, tí luttakaratalið lá um tey 34.000 umframt áskoðarar, hjálparfólk og onnur. 

Tað gekk væl at renna, uttan at skriva júst hvussu væl gekk, men allar flestu vóru rættuliga væl nøgd við tíðir, upplivingina og túrin sum heild, og verður hesin túrurin, nevyan seinasti hvistutúrur, ið fyriskipaður verður uttanfyri landoddarnar. 

Fleiri myndir eru her

Facebook viðmerkingar