Føroyski svimjihópurin til Oyggjaleikir 2019 er komin upp á pláss, at verða 12 svimjarar umframt Pál Joensen sum ‘svimjandi venjari’, og venjarar og leiðarar afturat teimum.
Svimjararnir eru 6 menn og 6 kvinnur:
úr Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Bartal E. Eidesgaard (2003), Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Eyðrið Mortensen (2003), Johan N. Dam (2002), Óli Mortensen (1996) og Vár E. Eidesgaard (2001)
úr Suðuroyar Svimjifelag: Róland Toftum (1998)
úr Ægir: Barbara Debes (2000), Rebekka Trygvadóttir (2004), Rókur Trygvason (2000) og Signhild Joensen (2000)
Hartil er Pál Joensen við sum formliga svimjari, til um neyðugt at kunna styrkja um stafettirnar, men líka nógv sum eisini venjari afturat teimum báðum Juan Jaime Arroyo Toledo úr Ægir, og Panagiotis Christou úr Havnar Svimjifelag.
Birita Debes úr FLOT var upprunaliga eisini úttikin sum svimjari, men mátti tíverri melda avboð í síðstu viku.
Svimjararnir eru annars øll tey sum hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir, umframt Bartal og Barbara sum eru eyka úttikin vegna góð úrslit í hesi svimjihálvu.
Ferðaleiðari verður Randi Holm og fysioterapeutur Thurid Kjærbo. Hartil er Eyðun Húsgarð við sum føroyskt umboð í teknisku svimjinevndini hjá Oyggjaleikum.
Facebook viðmerkingar