Almennur fyrilestur í Ungdómshúsinum í Vági fríggjakvøldið og leygarkvøldið

Ungdómshúsið í Vági er sera spent, at bjóða øllum ungum, sum eldri inn á gátt til tveir sera spennandi dagar við tveimum ymiskum fyrilestrum! Suður hava vit fingið tvær ungar kvinnur: Bára Silvansdóttir og Beinta V Sigvardsen Hentze, sum báðar hava nógv uppá hjarta. Hetta verða tveir fyrilestrar har vit fara í djúptuna av happing, avleidingar av happing, kropsfatan, slatur, tunglyndi, einsemi, stutt sagt øll kort verða løgd á borðið.

Fríggjakvøldið 10 mai kl 19:30 kemur Bára Silvansdóttir á vitjan. Bára, sum er 23 ára gomul er kend innan føroyska heimin, sum Influencer, Youtube’ari og bloggari (á Instagram). Eisini hevur Bára gjørt tónleik (millum annað sangin Loyndarmál) og framført nógv fyrr, hóast hon nú er mest kend fyri sítt influencer arbeiði. Bára fer, at koma inn sum eitt power brak við massar av positiviti, og er hon ikki bangin fyri at takað sárbær evnir upp, og hon ger tað við einum opnum og festligum sinni. 
Fyrilesturin hjá Báru ber heiti “Sosialar Miðlar”, og fer Bára at takað evnir sum Kropsfatan, Tunglyndi og mangt annað upp. Høvið verður eftir fyrilesturin, at seta Báru spurningar – eisini um onkur hevur spurningar um Influencara og Youtube’ara heimin. 
Tit kunnu finnað Báru á Instagram og Youtube undir navninum Bára Silvansdóttir.

Leygarkvøldið 11 mai kl 19:30 kemur Beinta V Sigvardsen, sum er úr Havn, men býr nú á Sandi við manni sínum og soni. Fyrilesturin hjá Beintu ber heiti “Happing í 20 ár.”, og er ein sterkur fyrilestur um eina unga kvinnu, sum hevur havt happing sera tætt innat sær. Og sleppa vit, at hoyra alla hennara søgu um hvussu henda hervuliga happingin ávirkaði hennara teenage’ara ár og hvat fyri avleiðingar tað hevði fyri hana eftirfylgjandi. Eisini fer hon inná hvørji sløg av happing eru, teir sosialu miðlarnar so sum Facebook, Snapchat, Instragram, Appir ( ASK, jodel og F3) og Twitter.
Sagt verður eisini frá hvussu vit øll kunnu vera við til, at minkað um happingina. Bæði børn og vaksin. Dentur verður lagdur á, at verða har fyri tann persónin, sum er útsettur fyri happing.
Til síðst verður tosað um, hvat happing kann gera við ein persón og avleiðingarnar av happing, har fari verður inná tunglyndi og einsemi. Høvið verður til spurningar eftir fyrilesturin.

Eftir hvønn fyrilestur bjóðar Ungdómshúsið okkurt leskiligt, og verður Húsið opið til kl 01:00, sum vant fyri okkara ungdóm. 

Vón okkara, er at ung, sum eldri leggja leiðina inn til okkum hesar báðar daganar, tí evnini vit leggja fram eru sera aktuel í løtuni, og tí vilja vit varpa ljós á tey.

Facebook viðmerkingar