Aftur í ár verður skipað fyri flakatiltakinum á Vatninum í Vági. Flakatiltakið var fyrsturferð í fjør og sigast kann ikki annað, enn at tað var ein stór “succes” Tað vóru ca. 17 flakar og nógv fólk møttu upp til tiltakið okkurt um 250-300 fólk.
Gjøgnum alt summarið í fjør lógu flakarnir á Vatninum og nýtti nógv fólk høvið, at fara ein túr á einum flaka.
15 Mai kl 17.00 á Halvarðsøku verður aftur skipa fyri tiltakinum, har Skótaliðið Royndin fer at skipa fyri ymiskum spølum og eisini at selja suppu, bollar, toast, popcorn og ballónir. Meir verður at frætta seinni í vikuni.
Barnakórið hjá Frelsunarherðinum fer at syngja og dansa.
Vónandi verður nógvir flakar at síggja hendan dagin.
Facebook viðmerkingar