Petur Mohr Mortensen heiðursgávu frá drotningini

2. mai var hátíðarløta á TAKS á Tvøroyri, í sambandi við at Petur Mohr Mortensen fekk heiðursgávu frá drotningini, nú hann hevur starvast á TAKS í 45 ár. Eyðun Mørkøre, stjóri, handaði honum gávuna.

Petur Mohr var 17 ár gamal, tá hann flutti frá bóndalívinum í Øravík til Havnar og fór í læru á Gjaldstovuni. Har arbeiddi hann dagtímarnar, og um kvøldarnar tók hann handilsskúlan.

Liðugur við skúlan í 1976 kom Petur Mohr suður aftur at búgva. Hann fekk skrivstovustarv á Gjaldstovuni á Tvøroyri og røkti harumframt tolleftirlit í oynni.

Skrivstovuamboðini tá vóru ikki at samanlíkna við í dag. Eingin telda, og alt varð roknað á maskinu, so strimlarnir vóru fleiri alin langir, og alt varð eisini skrivað við hond ella á skrivimaskinu.

Í 1993 varð Gjaldstovan á Tvøroyri umskipað. Líkningarráðið í Vági og tollstovurnar á Tvøroyri og í Vági vórðu løgd saman undir stovnin, sum fekk heitið Toll- og skattstova Føroya, seinni TAKS.

Hollur og hyggin hevur Petur Mohr verið fastur fúsur á stovninum øll árini, ummast tað hevur verið í góðum ella ringum tíðum.

Hjartaliga til lukku við heiðursgávuni, Petur Mohr.

Facebook viðmerkingar