Konsert í Tvøroyrar kirkju

Ónskvøldið 15. mai kl. 20 verður konsert í kirkjuni við danska klaverleikaranum og sangaranum Andreas Flensted-Jensen og kanadiska sangaranum Reg Downey.

Hesir báðir, sum nevna seg duoin Reg&Andreas hava í 3 ár hildið konsertir í Danmark og aðra staðni í kirkjum, mentunnarhúsum og konserthølum og fingið góð ummæli.

Tað er triðju ferðina teir vitja í Føroyum.

Fyri at vita meira um teir, og hvat teir hava at bjóða, ber til at fara inn á heimasíðuna https://www.regandreas.com/

Vónandi verða tað mong, sum hava høvi at koma og hoyra teir.

Tað er ókeypis atgongd, men ein slík konsert er ikki ókeypis. Tí verður høvi við útgongdina at geva eina gávu sum stuðul.

Fyri 5 árum síðan var Andreas Flensted-Jensen her og hevði konsert í kirkjuni saman við fiólspælaranum Michala Høj.

Fyri tey fáu, sum tá vóru møtt, var tað eitt stórfingið upplivilsi. Óivað er tann fiólin dýrasta ljóðføri, sum hevur verið spælt í kirkjuni. Hon hevði eitt tryggingarvirði uppá 1,2 milliónir.

Facebook viðmerkingar