Eitt av hugnaliga eyðkennunum fyri summarhálvuna á Tvøroyri, eru optimistjollurnar hjá bátafelagnum Naddoddi.
Herfyri bjóðaði Viberg Sørensen, ein av eldsálunum handan sera virkna felagið á Tanganum, vegna bátafelagið, øllum foreldrum til fundar. Endamálið var at stovna ein áhugabólk, ið kundi taka sær av tí praktiska tá siglt verður við optimistjollum.
Hetta er einasta stað í landinum, ið sambært Viberg hevur optimistjollur og harafturat er fleiri aðrir bátar tilknýttir felagnum.
15. mai, var so dagurin komin, har optimistjollurnar endiliga vórðu flotaðar aftur. Ein rúgva av børnum vóru møtt upp, saman við foreldrum, abbum ella ommum. Veðrið var av tí allarfagrasta og dagurin bleiv heilt góður. Børnini fingu roynt seg og fingu dýrabaran lærdóm um, hvussu ein eigur at uppføra seg á havinum.
Hugnaliga Naddoddaneystið er ein sonn perla í Tvøroyrar Kommunu. Her er lívligt virksemi so at siga dagliga. Gerandisdagar er tað mest limirnir, ið hava sína dagligu gongd á staðnum. Stákast verður við bátunum hjá felagnum og eisini við at fríðka um gamla fiskaplássið. Við hjálp frá Tvøroyrar Kommunu, bleiv grivið omanav grótinum og síðan hava limirnir við stórum ídni arbeitt við at fáa mold og ókrút burtur – hetta er stórarbeiði og tað sæst aftur í dag, tí fá mugu fiskaplássini vera í landinum, ið eru so vøkur á at líta, sum tað hjá bátafelagnum Naddoddi. Í vikuskiftunum er húsið ofta leigað út til ymisk endamál so sum mentanartiltøk, føðingardagar o.s.fr.
Facebook viðmerkingar