Frelsunarherurin í Vági fær vitjan av Major Grethe Olsen og Toril W.Olsen, á møtinum sunnudagin 26/5-19 kl 17
Grethe var, saman við Toril, leiðari fyri Frelsunarherin í Vági, síðst í 70 ´árunum. Tað er nøkur ár síðani og eitt sindur av vatni er runnið í ánna síðan tá, men sjálvt um Gretha er komin uppum pensiónsaldur, er hon tó framvegis virkin og kemur eitt sindur runt og talar á møtum hjá Frelsunarherinum ymsastaðni í Oslo umráðnum, har hon búleikast nú. Tær gleða seg at koma suður til Vágs aftur at vitja samkomuna og vinir, eftir so mong ár.
Ein av soldátunum, sum var virkin tá og er virkin enn, er Sigmund Andreassen og kemur hann at leiða møtið. Aftaná møtið hava vit ein góðan drekkamunn.
Verið ØLL hjartaliga vælkomin!
Sunnudagin kl 12 Sunnudagsskúli
Sunnudagin kl 17 Møti, v/Major Grethe Olsen og Toril W.Olsen.
Facebook viðmerkingar