Hesa ársins tíð er vanligt at síggja útlendskar seglbátar og seglskip á føroysku firðunum. Í flestu førum er talan um seglbátar og seglskip, sum summarhálvuna sigla runt í Norður Atlantshavi.
Eisini á Vágsfjørði koma seglbátar og -skip hvørt summar. Vanliga leggja tey við kei við Vágs Havn, men í vikuskiftinum komu tríggir seglbátar á Vág og hava hesir – heldur óvanligt – valt at liggja fyri akkir innarliga á fjørðinum.
Facebook viðmerkingar