Í mai mánað í fjør yvirtók Vágs kommuna seinasta privata vatnfelagið í kommununi, tá Vágs kommuna yvirtók Brekkugerðar Vatnfelag. Onki reinsiverk varð við brunnin hjá Brekkugerðar Vatnfelag og varð tí beinanvegin farið undir at fáa hetta uppá pláss. -Og í dag er reinsiverkið við Hvanndalsá tendrað og øll húsarhald í Vágs kommunu fáa nú reinsað vatn.
Reinsiverkið varð bílagt í fjør-heyst og upprunaliga varð ætlanin, at reinsiverkið skuldi setast til um mánaðarskiftið november/desember, men varð hendan ætlan seinkað orsaka av fyrireikingum á donsku fabrikkini Silhorko-Eurowaters A/S.
Reinsiverkið, sum er í einari bingju, kom til Vágs áðrenn jól og varð sett upp við brunnin við Hvanndalsá. Hesa vikuni hevur ein installatørur frá Silhorko-Eurowaters, so verið í Vági og sett reinsiverkið til – og nú seinnapartin varð reinsiverkið tendrað.
Tað er ein púra natúrligur partur av tænastuni hjá einari kommunu at veita reinsað vatn og tá Vágs kommuna yvirtók Brekkugerðar Vatnfelag, so varð alt fyri eitt farið undir at fáa hesi viðurskifti uppá pláss, sigur Dánjal Bjarkhamar, formaður í Teknisku nevnd hjá Vágs kommunu, sum fegnast um, at øll húsarhald í Vágs kommunu nú fáa reinsað vatn.
Tíðindaskriv frá Vágs kommunu
Facebook viðmerkingar