Higartil hevur sólorkuskipanin í Sumba klárað seg væl í illveðrinum, og úrtøkan er lutfalsliga góð, hóast skipanin var sett upp á myrkastu árstíð
Sólorkuskipanin í Sumba er fyrsta veruliga royndin í Føroyum at byggja størri nøgdir av sólorku inn í føroysku elskipanina. Sólorkulundin var knýtt í elskipanina í november 2019. Talan er um eina 246 kW stóra sólorkulund, ið er sett upp á gamla fótbóltsvøllinum við Krossin í Sumba.
Tó at tað er ov tíðliga at seta ítøkilig tøl á, so ber til at siga, at higartil hevur úrtøkan verið lutfalsliga góð, hóast skipanin var sett upp á myrkastu árstíð. Haldførið er eisini gott, sólorkulundin hevur staðið væl í ringa illveðrinum.
Sólorkskipanin verður mett at framleiða 160 MWt árliga, tað svarar til elnýtsluna hjá umleið 32 vanligum húskjum. Verður sólorka partur av orkusamansetingini í Suðuroy saman við vatnorkuni og oljuni á Vágsverkinum, kann hon spara Vágsverkinum umleið 35 tons av olju um árið.
Sólorkan er serstakliga áhugaverd í summarhálvuni, tá lutfalsliga nógvir sóltímar eru í Føroyum, samstundis sum tað ofta er lítið av vatni og vindi til vatnorkuverkini og vindmyllurnar. Innslagið er ein gjøgnumgongd av sólorkuskipanini í Sumba – frá uppseting til íverkseting.
Facebook viðmerkingar