Í juli og august skipar Sólorka fyri nøkrum nýggjum alternativum tiltøkum í Føroyum. Føroyska incoming-fyritøkan í Spania hevur valt at bjóða sínum gestum til ‘Góðalív’ í Vági og í Havn í summar.
– Góðalív er ein partur av eini skipaðara upplating av ferðing í egnum landi, og tiltøkini verða framd eftir ráðføring við ta fremstu heilsufakligu serfrøðina, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku.
Sólorka boðar frá, at gestirnir kunnu njóta ta vøkru føroysku náttúruna og nógv spennandi pláss og fólk her saman við nógvum av tí, sum teir plaga at njóta á sponsku Costa Blanca. Góðalív fevnir um útferðir, verkstovur, fimleik og mangt annað, sum sólorkugestir eru vanir við. Vaglið letur sum vant upp kl. 18 við framløgum, undirhaldi, tónleiki og sangi, og hvørt kvøld ber til at hittast í Sólorkuklubbanum.
– Tað fall okkum lætt at velja Vág. Suðuroyggin er so avbera vøkur, øll sum hon er, og suðringar eru jú framúr fryntligir og blíðir, sigur Tróndur Djurhuus. Harafturat hava vágbingar verið bæði visionerir og djarvir, tá teir tey seinnu árini hava bygt upp eitt spennandi upplivingarumhvørvi og lagað grundina undir eina samsvarandi vinnu.
Góðalív í Vági og í Havn fara at líkjast, men tey fara eisini at hava hvør síni frábrigdi, sum endurspegla støðini.
– Í Havn savna vit setuna á nýggja Hilton Garden Inn. Mestur eru mong spent eftir at síggja, hvussu hetta spildnýggja hotellið er, sigur Tróndur Djurhuus, sum leggur afturat, at helst verða sólorkugestirnir teir fyrstu, sum sleppa at uppliva tær stásiligu umstøðurnar, tann frálíka matin og tey stóru deiligu kømrini.
Facebook viðmerkingar