Ónsdagin tann 3. juni leggur Sjódypp í Suðuroynni út fíggingarumbøn á hopfigging.fo
Sjódypp er eitt áhugafelag við limum, sum dáma væl at baða í sjónum. Endamálið við hópfíggingini er at savna stuðul inn til at skapa eina heilárs baði-oasu við Tjaldavík, ein náttúruperla í Suðuroy.
Í Tjaldavík er eitt strekki av sandi við sjóarmálan, sum nógvir limir í Sjódypp fara til fyri at baða. Okkara dreymur er at gera umstøðurnar at koma til sandin betri og at byggja eitt baðihús við sauna.
Ónsdagin 3. juni ber til at stuðla ætlanini á hopfigging.fo
Facebook viðmerkingar