FC Suðuroy stroymar heimadystir

FC Suðuroy fer í ár at stroyma frá heimadystunum hjá 2. deild, sum eru 9 í tali.

Umframt at stroyma frá dystunum, so verður eisini samrøður og prát undan og eftir dystin.

Fyrsti heimadystur er ímóti Skála leygardagin 6. juni kl. 13.

Julius V. Joensen greiður frá, at ætlanin um at stroyma hevur stóran áhugað, eisini millum stuðlar. -Okur hava longu fingið fleiri stuðlar og fleiri eru vælkomnir, so um onkur fyritøka vil stuðla, so kunnu tey venda sær til mín (Julius tlf. 787501), sigur formaður í FC Suðuroy.

Facebook viðmerkingar