Hemasigrar til Royn og TB, FC Suðuroy tapti

Fult umfar var í 2. deild leygardagin.

Royn tók á heimavølli ímóti KÍ og tann dystin vann Royn 3-0. Málini hjá Royn gjørdu: Jónar Holm, Benjamin Midjord og Ólavur Ludvig.

Við Stórá tók TB ímóti Víkingi og í málríkum dysti vann TB 4-3. Málini hjá TB gjørdu: Rúni Høgnesen, Hjalte Vestergaard, Hávar Albinus og Ken Fagerberg.

FC Suðuroy var á vitjan í Runavík, har NSÍ tók ímóti á Eystanstevnu. NSÍ vann dystin 4-1. Málið hjá FC Suðuroy gjørdi Pætur Augustinussen.

Støðan í 2. deild er hendan:

Facebook viðmerkingar