Hálvur Ironman fríggjadagin á jóansøku


Fríggjakvøldið 19. Juni kl 17 verður FM í ½ Ironman, og hetta verður samstundis fyrsta ½ Ironman kappingin í Føroyum! Her skal man svimja 1.900m / súkkla 90km / og til seinast renna eitt hálvt marathon tvs 21,1 km

Tað er loyvt at svimja í vátdrakt, tó ikki eitt krav.

Hvør luttakari skal hava ein kassa /ílat/balju við, har klæðir/útgerð hjá viðkomandi skal verða í. Áðrenn fari verður at svimja, verður kassin stillaður inni í svimjihøllini, við hurðina.
Tá liðugt er at svimja, rennur hvør luttakari til sín kassa, letur seg í tað man vil til súkklingina, og koyrir brillur og annað frá svimjingini í kassan.
Síðani tekur man kassan, og rennur út til súkkluna við honum.
Tá liðugt er at súkkla koyrir man evt súkkluskógvar í kassan, og tekur renniskógvarnar úr kassanum. Soleiðis hevur hvør luttakari stýr uppá sína egnu útgerð ígjøgnum kappingina.

Súkkling: Tað er ikki loyvt at drafta í súkklingini, halt minst 10 metra frástøðu.
Kappingarnar eru á opnum vegi, so vanligir ferðslureglar eru galdandi. Tó verða fólk á rutuni, og royna at hjálpa í støðum har nógv ferðsla kann væntast.
Royn og hav tað etandi og drekkandi, sum tær tørvar, við á súkkluni. Um tað er neyðugt við einum eyka drekkidunki, ber til at skriva navn á hendan, og lata okkum hann, so fæst hann í depotinum.

T2 (skifti frá súkkling til renning) og mál er á Torginum í Vági, so kassin við renniskógvum verður koyrdur yvir á torgið tá luttakarnir eru farnir á súkkluna.

Renning: Depot verður á rutuni, har møguligt verður at fáa okkurt til matna og drekka.

Kappingin byrjar kl 17.00, luttakararnir skulu møta seinast kl 16.00 stundisliga.
Race brifing er kl 16.30, tá skal øll útgerð verða klár, og sett har hon skal.

Heiðursmerki verða latin til nr 1,2,3 hjá kvinnum og monnum.

Kostnaður og tilmelding
Kostnaður fyri at luttaka er 200 kr fyri ½Ironman, og 100 kr fyri stytru teinarnar.
Tilmeldingin er endalig við at flyta peningin á konto 9181-4542659, viðmerk navn.
Til ber eisini at melda til við at kontakta Andrass Joensen á facebook, ella á tlf: 287750. Tað er møguligt at hann eisini fær hjálpt um onkur manglar eina súkklu ella annað praktiskt.

Seinasta freist at melda til er hósdagin 18. Juni kl 18

Facebook viðmerkingar