Árliga eru tveir plantingardagar við Stórá og tann eini var so seinasta ónsdag, hin 14. oktober. Kølið var henda morgun, men veðrið var einastandandi gott annars.
Lýst var við tiltakinum á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, tí øll eru vælkomin at hjálpa til. Í ár var einamest starvsfólk í umsitingini hjá kommununi, men onnur vóru eisini møtt at geva sítt íkast til dagin.
Plantaði vórðu 200 trø, afturat verandi trøum. Trøini sum vórðu sett niður hesaferð vóru sitkaelri og sitkagran, ið hava víst seg at veksa væl í økinum. Har vóru bygt 3 lívdarhegn, umframt at fyrireikingar vórðu gjørdar til fleiri.
Kommunan bjóðaði morgunmat og døgurða og var talan um eina hugnaliga løtu, har úrslitið vónandi sæst aftur um nøkur ár.
Tvøroyrar kommuna takkar teimum sum hava verið við til at planta. Gleðiligt er at síggja, at trøini veksa væl á økinum. Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook. Sí her
Facebook viðmerkingar