Ein kommuna fyri øll

Okur í sosialu nevnd hava seinastu árini arbeitt við at dagføra Læknamiðstøðina. Dagføring er gjørd bæði innan og uttan.Uttan er klædningur skiftur og málaður, og brandtrappur eru settar upp.

Innandura eru flest hølini dagførd, og nýggj luftskiftisskipan er sett upp og næstan liðug.
Kjallarin er dagførdur, og er vevskúlin fluttur inn har aftur. Eg eri sera glað fyri, at hetta hevur eydnast.
Dagføring av Læknamiðstøðini er sera væl frágingin av røsku starvsfólkunum hjá Vágs kommunu.
Ætlanir eru gjørdar fyri, at dagføringar halda áfram, soleiðis at luftskiftskipanin í vestara parti, hølini har Gigni heldur til, bíðirúm og gangur verður gjørt liðugt.

Dagføringin hevur heilt vist stóran týdning fyri arbeiðsumhvørvið og harvið trivnaðin bæði hjá starvsfólki og viðskiftafólki á Læknamiðstøðini.

Sosiala deild
Eins og Vágs kommuna hevur eina virkna deild innan Tekniska øki, so skal Vágs kommuna eisini hava eina virkna deild innan Sosiala økið. Eg kundi hugsa mær, at fólk við neyðugum førleikum innan tað sosiala- og heilsuliga økið, vórðu sett í starv í fyrisitingini hjá Vágs kommunu.

Eg veit, at tørvur er á hesi tænastu. Og eg trúgvi uppá, at nærri tænastan er brúkaranum, tess betri verður úrslitið.

Sosiala deildin kundi t.d arbeitt við:
– Veita hjálp og ráðgeving tá sjúka ella okkurt annað rakar borgaran- Samskipa tilboð til børn, ung, vaksin og familjur við serligum tørvi /avbjóðingum
– Skipa bústovn til ung við serligum tørvi
– Skipa fyri tiltøkum fyri útbúgving av ungum til arbeiðsmarknaðin
– Skipa fyri eldradøgum
– Skipa fyri sálarheilsudøgum
– Samskipa vitjunartænastu
– Samskipa heilsudepil

Hølið til sálarfrøðing
Eisini kundi eg hugsa mær, at Vágs Kommuna útvegar hølið, har ein sálarfrøðingur kundi havt viðtalu í. Øll vita, at um ein hevur sálarligar trupulleikar, so er túrurin til Havnar til sálarfrøðing sera tungur, fyri ikki at siga ógjørligur. Og av tí sama setast nógv aftur og fáa sostatt ikki heilsubót.

Hesi hølið kundu verið á Læknamiðstøðini ella í Gamla SEV-húsinum.

Heilsudepil
At leggja lív til árini, í staðin fyri at leggja ár til lívið, er alsamt vorði eitt eyðkenni fyri okkum øll. Og eisini eru okur alt meiri tilvita um heilsu og lívsstíl.

Okur í býráðum hava seinastu 4 árinum tosað nógv um at seta á stovn ein Heilsu- og Vælveru depil. Góðu karmarnir í Pálshøll og Marghøllini saman við frálíku møguleikunum til mat og gisting og okkara vøkru náttúru skapa eitt sjálvsagt grundarlag fyri einum Heilsudepli.Ein slíkur Heilsudepil skapar eisini møguleikan fyri størvum av ymiskum slagi.

Tað er onki at ivast í, at tørvur er á einum slíkum depli, og vil eg framhaldandi arbeiða fyri, at seta ein slíkan Heilsudepil á stovn.

Góðu Vágbingar, mítt ynski er, at Vágur verður ein kommuna fyri øll.

Set x við Eyðbritt Krosslá.

Facebook viðmerkingar