Til kommunuvalið í Hovs kommunu er bara ein listi og hesin listin hevur trý valevni, tey eru:
Jón Midjord
Bergljott Ludvig
Delmar Tausen
Sum er, so sita Jón Midjord og Bergljott Ludvig í kommunustýrinum í Hovi. Delmar Tausen er tó fyrrverandi borgarstjóri í Hovs kommunu, men valdi ikki at stilla uppaftur við seinasta val.
Fólkatalið í Hovs kommunu er farið niður um 100 fólk og av somu orsøk, skulu tað veljast trý umboð í kommunustýrið. So tey trý, sum eru á listanum verða vald, hóast valið ikki er fyrr enn 10. november.
Facebook viðmerkingar