Tíðarskeiðið, tá ið tú í sambandi við koronusmittuna verður avbyrgdur ella settur sóttarhald, verður nú stytt úr 14 døgum niður í 10 dagar.
Frameftir verður mælt til, at øll, ið hava fingið staðfest koronasmittuna, verða avbyrgd í 10 dagar. Tað er eisini ein treyt, áðrenn tú verður loystur úr avbyrgingini, at tú seinastu trý samdøgrini ikki hevur nøkur smittueyðkenni.
Tíðarskeiðið í sóttarhaldi verður eisini stytt úr 14 døgum niður í 10 dagar. Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á 6. degi. Ein negativ kanning á 6.degi loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum.
Nýggju leiðreglurnar eru eisini galdandi fyri tey, sum í løtuni eru í sóttarhaldi.
Kemur tú úr einum landi við høgum smittutrýsti, t.e. yvir 50 pr. 100.000 íbúgvar, eigur tú at lata teg kanna á 6.degi, og vera serliga varin í 14 dagar eftir komu til Føroya. Her eigur tú at leggja tær í geyma at halda almennu frástøðutilmælini á 1 til 2 metrar, kravið um reinføri, spritta hendur og ikki savnast í størri fjøldum.
Kunna teg um smittutrýstið her
Leiðreglurnar verða settar í gildi í dag, hósdagin 22. oktober 2020.
Facebook viðmerkingar