Vágsbygd hevur verið slóðbrótandi í mongum førum, men haltar aftanfyri í mun til restina av landinum, tá ið tað kemur til barnafrádráttin. Hesin er í løtuni 1.500 kr undir miðal samanborið við restina av landinum. Kommunan hækkaði barnafrádráttin í november 2016 frá 4.000 kr til 4.500 og aftur í desembur 2019 til 5.500 kr., sum so er upphæddin, ið er galdandi í dag. Hetta hevur verið við til at lætta um fíggjarligu korini hjá barnafamiljum í kommununi, og møguliga eggja øðrum barnafamiljum at flyta til Vágs. Lága barnsburðartalið kann man ikki síggja burtur frá og tí er tað týdningarmikið at skapa so góðar fíggjarligir karmar, um familjurnar umhugsa eina familjuøking. Eisini kann hetta vera við til, at útisetar lættari kunnu taka avgerðina at flyta aftur til heimbygdina.
Tað kemur fyri, meira nú enn áður, at familjur uttan beinleiðis samband til Vágs flyta til bygdina, tí Vágur er veruliga komin á heimskortið og ynskja tey at geva børnum sínum ein góðan barndóm við øllum teimum møguleikum, ið Vágur hevur at bjóða. Við at hækka barnafrádráttin vil tað bera boð um, at Vágs Kommuna ynskir fleiri barnafamljur, familjuøkingar og tilflytarar, hetta vil geva barnafamiljum nógv betri kor at virka í. Sjálvandi eru fleiri onnur viðurskifti at taka atlit til, tá ein tekur eina tíllíka týdningarmikla avgerð, tí vil eg arbeiða fyri, at barnafrádrátturin ikki verður ein forðing. Hesin skal sjálvandi hækkast stigvíst yvir eitt tíðarskeið, tá tað er fíggjarligt ráðiligt fyri kommununa.
Eg vil arbeiða hart fyri, at barnafrádrátturin kemur á sama støði sum miðal kring alt landið. Hetta verður eitt av mínum hjartamálum. Eg vil áhaldandi stríðast fyri, at í Vági skulu barnafamiljur fíggjarliga hava tað gott, og at Vágsbygd eisini á hesum øki er í fremstu røð.
Framburður øllum vágbingum at frama!
X við Lista E,
X við Gunnvá Bjarkhamar Arnfinsdóttir
Facebook viðmerkingar