Fyri nøkrum vikum síðani, var ÍF á venjingarlegu í Suðuroynni og spældi tá eisini venjingardyst ímóti FC Suðuroy – ein dystur sum endaði 2-2.
Tann dysturin bendi á, at ÍF møguliga fór at fáa tað trupult í Betrideildini í ár, men venjaratoymið Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus tykjast hava brúkt venjingarleguna í Suðuroynni til at fínpussa formin til kappingarbyrjan, tí eftir tvey umfør, hevur ÍF nú 4 stig.
TB skuldi í dag, eins og farna vikuskiftið, á útivølli, hesu ferð til Fuglafjarðar, har ÍF tók ímóti. Dysturin endaði við 3-1 sigri til ÍF. Hálvleiksstøðan var 2-0 til ÍF og tá ÍF 10 minuttir inn í seinna hálvleik legði seg á odda 3-0, var dysturin at kalla avgjørdur.
John Villy Wøldike minkaði um munin fyri TB tá 3 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Málini hjá ÍF gjørdu Uros Stojanov tvey mál og Gundur Ellingsgaard Petersen eitt mál. Toppskjúttin frá í fjør, Uros Stojanov, hevur nú gjørt 3 mál eftir tvey umfør.
Í næstu viku tekur TB ímóti oddaliðnum KÍ við Stórá í Trongisvági og er hetta sostatt fyrsti heimadystur hjá TB í ár.
Facebook viðmerkingar