Vágur við í Closed for Maintenance

Verkætlanirnar, sum eru partur av Closed for Maintenance átakinum í vár, eru valdar av kommunum og kunningarstovum kring landið.

Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, sum ger tað tryggari hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum. Í sambandi við, at fokus í ár er sett á at menna bygdagøtur, at bóklingur um gøtubygging er givin út, og at nýggj heimasíða við bygdagøtum verður almennakunngjørd, verður dentur lagdur á, at arbeiðsuppgávurnar í stóran mun stuðla undir hesum arbeiðinum.

Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann, sum stendur fyri øllum tí praktiska.

Les meira um verkætlanirnar niðanfyri.

VESTMANNA

Varðagøtunar til Saksunar og Hvalvíkar, skulu gjøgnumgangast og varðar lagast uppaftur, har tað er neyðugt. Um langt er í millum varðarnar skulu pelar skulu setast niður. Skelti skal setast niður har gøtan ferð í tvey, til Saksun og Hvalvík. Eisini skal kunnandi bygdagøtukelti skal setast niður upp við Bjarnadal, beint við vegin.

VÁGUR

Ogur fara at gera atkomumøguleikarnar til varða/bygdagøtuna norðanfyri Vág betri og fríðka um viðarlundina. Hettar inniber at leingja gøtuna við at seta steyrar niður, soleiðis at leiðing gerst meira tíðilig. Eisini skal portur millum viðarlundina og hagan omanfyri gerast, og benkur, borð og bálstað skulu gerast.

“Tá ið arbeiðsdagurin er liðugur, sleppa luttakararnir at uppliva hvat Vágur hevur at bjóða.” – Magnus Pauli Vest

Tá ið arbeiðsdagurin er liðugur, sleppa luttakararnir at uppliva hvat Vágur hevur at bjóða. Tit sleppa ein túr í Pálshøll, har møguleiki verður at slappa av í hitapottunum eftir ein langan arbeiðsdag. Skipað verður hartil fyri kvøldsetu við tónleiki umborð á sluppuni Johannu, sum eisini verður gistingarstað hjá luttakarunum.

MYKINES

Trin (e.l.) skulu byggjast og úrvald støð skulu gerast á gøtuni úr bygdini, har tað annars gerst sera hált tá tað er vátt í veðrinum.

NÓLSOY

Bygdagøtan út á Borðina skal betrast og haldast í uppruna dámi. M.a. skulu rennur gerast á gøtuni, grót ruddast burtur og varðar hampast. Møgulig nýggir steyrar setast, har varðar mangla.

KAMBSDALUR

Verkætlanin hjá Fuglafjarðar kommunu snýr seg um at endurreisa varðarnar á elligomlu varðagøtuni úr Fuglafirði til Skálabotn. Tó eru bara tveir arbeiðsdagar, so í fyrstu atløgu verður arbeitt uppá gøtuna frá Kambi niðan á Trælavatn. Partur av gøtuni sæst í lendinum uml. miðskeiðis, men í fyrsta partinum er eingin varði at hóma.

Tey, sum eru við í hesari verkætlan, hava møguleika fyri at búgva í einum hugnaligum B&B staðið við fýra dupultkømurum, einari hugnaligari loftstovu, felagskøki og vesi. Morgunmaturin leygardagin verður borðreiddur hjá vertsfamiljuni niðriundir, og húsini liggja tætt við arbeiðsstaðin.

Vit hittast í Ribarhúsi til felagsmorgunmat og kunning fríggjamorgunin. Arbeiðsdagarnar fáa vit mat frá m.a. Restaurant Muntra og Pitsa 530. Eisini vitja vit Noðastovu at fáa kaffi og ís, og Fjord at fáa kaffi og gómagóða sjokolátu. Fríggjakvøldið eta vit saman í hugnaligu, gomlu Høvdahúsunum í miðstaðarlundini í Fuglafirði, og síðani er føroyskt filmskvøld í Mentanarhúsinum, har vit fáa høvi at síggja tríggjar føroyskar stuttfilmir.

Er veðrið til vildar og tíðin til taks, fara vit eisini ein túr oman á Varmakeldu at fáa okkum ein sopa úr heilsugevandi kelduni, sum sigst eisini at vera góð fyri kærleikan <3

TÓRSHAVN

Bygdagøtan til Kikrjubøar skal betrast og haldast í uppruna dámi. M.a. skulu rennur gerast á gøtuni, grót ruddast burtur og varðar hampast. Møgulig nýggj skelti setast upp við gøtubyrjan og steyrar setast, har varðar mangla.

Heimablídni hjá Onnu og Óla verður partur av hugnanum.

Lesið meiri um tilmelding til luttøku í Closed for Maintenance her.

Facebook viðmerkingar