Venjarar hjá FC Suðuroy “uppfríska” 1. hjálparskeiðið

Hendingin í Parkini leygardagin, har danska fótbóltsstjørnan Christian Eriksen small um í EM-dystinum ímóti Finlandi hevur sum verða man sett tankar ígongd kring allan fótbóltsheimin – eisini hjá FC Suðuroy.

Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, boðaði ónsdagin frá, at Hjalgrím Andreasen, sum er leiðandi portørur á Suðuroyar Sjúkrhúsi, fer at hava skeið og uppfríska 1. hjálparskeiðið hjá øllum venjarum og taka afturíaftur hvussu hjartastartari verður brúktur.

Facebook viðmerkingar