Tilmelding til Føroyaleikir

Nú nærkast til endaligu tilmeldingarfreistina, sum er leygarkvøldið 19. juni á midnátt.

Føroyaleikirnar eru í døgunum 8. til 11. juli 2021.

»Føroyaleikir« er heitið á ítróttastevnu hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár – tað árið, táið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.

Flestu ítróttagreinar, sum ÍSF umboðar, hava boðað frá luttøku, og kappingarnar vera í fýra kommunum kring landið. Kommunurnar, sum fara at hýsa hesum fyrstu Føroyaleikum, eru Vágur, Tórshavn, Runavík og Klaksvík.

Tilmeldingin

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyaleikir verða hildnir, og útfrá samskiftinum við ymisku sambondini virkar áhugin at vera stórur. Hóast fleiri tilmeldingar eru komnar inn, so eru tær nakað færri enn væntað og pláss er fyri fleiri

Nú tilmeldingarfreistin nærkast, vil ÍSF heita á sambondini og feløgini um at melda sínar íðkarar og hjálparfólk til Føroyaleikir, soleiðis at vit fáa eina stóra og góða ítróttastevnu í Føroyum í summar.

Kunning og tilmelding er á https://foroyaleikir.fo/

Finn okkum á facebook og instagram: @foroyaleikir

Serligu koronastøðuna hava vit í huga, og øll galdandi tilmæli vera fylgd. 

Ætlanin er at menna Føroyaleikir ár um ár, bæði við kørmum, møguleikum og útlendskum gestum. ÍSF sær stórar vakstrarmøguleikar í tiltakinum, har allar ítróttargreinar fáa ein pall at vísa seg fram og fáa eitt tiltak at venja fram ímóti fyri at vaksa og mennast


Høvuðsstuðlarnir til Føroyaleikir eru SMS, Sport 24, Hiddenfjord og Betri Trygging.

Ítróttasamband Føroya

Facebook viðmerkingar