Suðuroy – Avloysari við stórum koyrikorti

IRF søkir eftir summaravloysara við stórum koyrikorti til IRF í Suðuroy. Ynskiligt er, at tú byrjar sum skjótast.

Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt, ert røkin, álítandi og jalig/ur, ert tú møguliga tann, vit søkja.

Løn
Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn og freist

Umsókn skal sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi mikudagin 30. juni.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Torfinn Mortensen, á tlf. 23 42 61.

Um IRFIRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.

Facebook viðmerkingar