Mánadagin, 21. juni, kl. 15.00 letur upp framsýning av staðanøvnum í Vágs kommunu. Framsýningin verður í Miðlatúni fram til leygardagin 3. juli.
Í november 2020 byrjaði spennandi verkætlanin hjá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar, at skráseta staðanøvnini innangarðs í Vági. Teir báðir hava m.a. tosað við eldri borgarar og fingið ymisku staðanøvnini í Vági skjalfest.
Nú er arbeiðið komið undir land. Tí vilja Arnfinnur og Arnfinnur bjóða almenninginum at síggja úrslitið. ”Okur eiga øll staðanøvnini og tí er náttúrligt, at øll verða við at gera sína ávirkan galdandi og koma við viðmerkingum”, siga teir báðir, Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar.
Á framsýningini verða eisini nakrar av søgunum um staðanøvnini at síggja.
Í samband við framsýningina, verða Arnfinnur og Arnfinnur at hitta í Miðlatúni, hesar dagar:
- Mánadag, kl. 15.00-18.00
- Ónsdag, kl 14.00-16.00
- Leygardag, kl 12.00-14.00
Facebook viðmerkingar