Í døgunum 25., 26., og 27. juni verður jóansøka á Tvøroyri, og í hesum sambandi verða broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli:
Bygdaleiðir í Suðuroy koyra til komur og fráferðir hjá Smyrli. Ferðaætlanin verður lýst í næstu viku.
Jóansøkuvikuskiftið eru vanliga nógv ferðandi, og tí verður heitt á øll ferðandi at fylgja almennu tilmælunum. Samstundis verður heitt á kappróðrarmanningar og hjálparfólk at halda seg saman í egnum bólki undir ferðing við ferjum og bussum hjá Strandferðsluni.
Kappróðrarbátar hava framíhjárætt leygardagin á túrinum av Havnini kl. 09:00 og av Krambatanga kl. 21:30.
Facebook viðmerkingar