Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at gera umstøðurnar til rørslutarnaði so góðar sum tilber. -Og nú reiggja til rørslutarnaði sett upp á spæliplássinum á Parkini á Sandinum.
Vágs kommuna hevur gjørt nógv við atkomu møguleikunum hjá teimum sita í koyrustóli, og okur arbeiða víðari við, at betra um umstøðurnar hjá rørðslutarnaðum, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.
Umframt spælipláss við reiggju til rørslutarnaði, so hevur Vágs kommuna eisini seinastu árini gjørt betri atkomu møguleikarnir við koyristóli til náttúruvøkur-støð, bæði vesturi á Eiðinum og uppi á Eggjunum. Eisini er hugsað um atkomu møguleikar hjá rørslutarnaðum í almennum bygningum m.a. í Miðlatúni, í Páls Høll og í Marghøllini.
Facebook viðmerkingar