Barnabati: Førleikamenning og eftirútbúgving verður í Suðuroy – freistin er 15. februar

Barnabati bjóðar førleikamenning og eftirútbúgving til vaksin, ið arbeiða við børnum og ungum í Suðuroy.

Talan er um seks undirvísingardagar býttir út á hálvt ár. Undirvíst verður í Fjarlestrardeplinum í Vági. Freistin at melda seg til er 15. februar.

ICDP gevur eitt greitt definerað yvirlit av, hvussu tað góða samskiftið eigur at fara fram.

Fakligi relatiónsførleikin er ein sera týdningarmikil og avgerandi táttur at fyrihalda seg til hjá eitt nú hjálparfólkum, stuðlum, lærarum og námsfrøðingum – tá skúlar skulu geva sítt íkast til trivnaðin og menningina hjá børnum og ungum –  bæði fakligt, sosialt og persónligt. Besti háttur at hjálpa einum barni er støðugt at førleikamenna persónar, ið hava umsorgan fyri barninum, og nú er møguleiki at nema sær kunnleika í , hvussu tú gjøgnum sonevnda ICDP háttin – International Child Development Programme – støðugt kanst menna samspælið millum børn og vaksin gjøgnum gott samskifti.

Les meira á heimasíðu okkara:

Facebook viðmerkingar