Tjóðveldi leggur nú uppskot fyri tingið, um at almennar heimasíður og appir skulu gerast atkomulig fyri allar borgarar at brúka. Nógvir borgarar hava í dag stóra avbjóðing við at sleppa framat tænastur og kunning frá tí almenna á netinum.
Við uppskotinum vil Tjóðveldi tryggja, at allir borgarar fáa atgongd til og kunnu nýta heimasíður, appir og líknandi skipanir á netinum hjá øllum almennum stovnum undir landi og kommunum. Her verður serliga hugsað um fólk við skerdum førleika eitt nú í mun til lesi- og skriviførleikar, hoyrn, sjón, rørslu og málførleikar, sum í dag ikki hava góða atgongd til kunning, tænastur og samskifti við tað almenna á netinum.
“Tá talan er um almennar heimasíður, er talan um týdningarmikla kunning, sum ofta kann vera avgerandi fyri, at borgarin til fulnar kann luttaka í samfelagnum. Tað sigur tí seg sjálvt, at so hvørt, sum samfelagið gerst fult talgilt og tengt at netsamskifti, detta hópin av fólki niðurímillum, verða heimasíður o.l. ikki gjørdar betri atkomuligar,” sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í málinum.
Ein alsamt vaksandi partur av samskiftinum millum fólk og tað almenna gongur fyri seg á netinum. Netið er eftir hondini týdningarmesta kunningarkelda, og samstundis inngongd til eina røð av tænastum. Umráðandi er, at allar hesar talgildu tænasturnar, eru atkomandi fyri fólki, sum av ymiskum ávum hava skerdar førleikar.
Dømi um funkur, sum bøta um atkomuna: At tekstur verður settur á myndir, so fólk, ið eru lutvíst ella heilt blind, kunnu fáa lisið upp, hvat er á myndini. At tað skal vera lætt at skifta til stóra skriftstødd. At sjónfílur verða tekstaðar, soleiðis, at deyv og hoyrnarveik kunnu lesa tekstin. Og so frameftir. Í nógvum førum eru tað rímiliga einfaldar broytingar, sum kunnu gera heimasíður og appir betri atkomulig fyri fólk við skerdum førleikum.
“Vit ynskja við uppskotinum, at fáa sett fokus á tørvin á at gera heimasíður, netskipanir og appir hjá landi og kommunum nógv betri atkomulig fyri øll. Og at farið verður undir at áseta standardir og smíða eina lóg, sum tryggjar øllum fólki net-atkomu. Tað fer at gera, at nógv fleiri fáa góða atgongd til almennar tænastur og til neyðuga kunning, sum kann lætta um gerandisdagin og gera fólk betri før fyri at luttaka í samfelagnum,” sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna.
Uppskotið frá Tjóðveldi verður lagt fram, tá Løgtingið kemur saman hósdagin.
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar