Sirið spyr um Suðuroyartunnilin

“Skal tað vera koyrandi til Suðuroynna í 2030 so má okkurt henda nú!

Forkanningar vera í løtuni gjørdar, men enn er ongin peningur játtaður til sjálva verkætlanina. Og enn er onki politiskt arbeiði gjørt um tær semjur, sum skulu til fyri at fáa verkætlanina til veruleika. Í løgmansrøðuni verður sagt, at peningur verður játtaður í 2025. Tað er um 4 ár. 

Skal tann vilji, sum tykist vera um Suðuroyartunnilin, blíva til veruleika má politiska arbeiði í gongd nú. Tað skuldi longu verið byrjað. Sandoyartunnilin verður allarhelst borðaður ígjøgnum í ár. 

Fyri at fylgja málinum upp havi eg sett landsstýrismanninum nakrar spurningar um málið”

Leinki til fyrispurningin:
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9679&fbclid=IwAR0Yvf9ZthDbn3AfYnOfBoyukHjhk0JDSgYJbAAvZL0L-b32i8r2vN88SdM

Facebook viðmerkingar